Nú fáa norðmenn møguleikan at læra skaldskapin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs betri at kenna.
Norsk Kulturråd hevur nevniliga keypt norsku týðingina av yrkingarsavninum Rót Trip, ið á norskum hevur fingið heitið Rot Tripp – Ord en route, og letur nú 703 eintøk til bókasøvn kring alt Norra.
Tað er Bokbyen Forlag, ið hevur útgivið yrkingasavnið, og er tað Lars Moa, ið hevur týtt yrkingasavnið úr føroyskum til norskt. Lars Moa hevur frammanundan týtt umleið tjúgu føroysk yrkingasøvn til norskt.
Marjun Syderbø Kjelnæs er ikki heilt ókend í Norra. Í 2014 varð nevniliga ungdómsskaldsøgan Skriva í sandin, ið hon fekk Norðurlendsku barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum fyri í 2011, týdd til norskt.

Marjun í norsku bókasøvnunum
















