Í morgin verður hátíðargudstænasta í Vestmana kirkju, tá Marjun Kálvalíð verður skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar- og Vága prestagjaldi.
Tað er Uni Næs, dómpróstur, sum skipar Marjuna í Kálvalíð í embætið. Marjun í Kálvalíð prædikar.
Bústaðurin hjá nýggja sóknarprestinum verður í Reynslíð 8 í Vestmanna.
– Tað eru tær føroysku kvinnurnar, sum hava lært børnini upp og lagt trúnna niður í okkum, og tað er ikki av ongum, at vit syngja um, »tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað«, sigur komandi sóknarpresturin í Vestmanna, Marjun í Kálvalíð, sum vaks upp saman við ommuni, abbanum og langabbanum, og tí frá barni av er von við, at lestur var lisin sunnudag.
Soleiðs segði Marjun Kálvalíð í samrøðu við Sosialin 28. august í ár.
Samrøðan í Sosialinum kann lesast í leinkjuni niðanfyri: