Marjun Heimá Ársins Jólahandil

Kappingin um Ársins Jólahandil er av. Hørð kapping var millum handlarnar, sum lógu millum teir fremstu. Tá samanum kom, endaði Marjun Heimá á ovastu rók.

Tað eru Vikublaðið og Rás2, sum skipa fyri kappingini um Ársins Jólahandil.

 

Majbritt Jakobsen eigur handilin Marjun Heimá, og tað í 2005, at yvirtøkan fór fram. Handilin hevur røtur heilt aftur til 1959 og hevur í eini 40 ár húsast í C. Pløyensgøtu í Havn.

 

- Vit vistu, at hetta er ein gamal og solidur handil, og vit valdu av varðveita navnið, tá vit yvirtóku hann.

 

Tað var í juli í ár, at Marjun Heimá flutti í hølini, har Hjalmar Jacobsen’s Bókahandil helt til í fleiri ár.

 

- Her miðskeiðis í hjartanum í Havn eru umstøðurnar fantastiskar, og vit hava vaksið munandi um okkara útboð og viðskiftaskara, síðan vit fluttu í nýggju hølini og nýggja umhvørvið í býnum, sigur handilseigarin.

 

Hjá Marjun Heimá starvast tilsamans sjey kvinnur, sum allar hava sínar dygdir, og Majbritt Jakobsen er sera fegin um síni starvsfólk - og líka so fegin um trúfasta viðskiftaskaran.

 

- Eg hevði slett ikki væntað, at vit fóru at vinna kappingina um Ársins Jólahandil, men eg hevði sjálvsagt vónað tað. Vit eru ovurfegnar um sigurin. At vit gjørdust vinnarar av heiðrinum, merkir, at vit hava havt rættiliga nógv viðskiftafólk á gátt, sum hava atkvøtt fyri okkum, og vit eru teimum sera takksom fyri tað.

 

Majbritt Jakobsen sigur, at fyri trimum árum síðan kom Beinta Vilhelmsen, skræddari, at arbeiða hjá Marjun Heimá, og eftir summarfrítíðina kom eisini Bjørg, rópt seymikonan Bjørg.

 

- Saman við øllum hinum dugnaligu kvinnunum, sum eg havi í starvi, hevur tað eisini drigið sítt til fyritøkuna, at Beinta og Bjørg eru komnar at arbeiða hjá okkum.

 

Eigarin av Marjun Heimá sigur, at síðan yvirtøkuna av handilsfyritøkuni hava tey roynt at tilpassað virksemið til marknaðin og eftirspurningin.

 

- Eg haldi, at hetta hevur eydnast okkum væl, og eitt av úrslitunum av hesum er ivaleyst, at vit í ár hava fingið stóra heiðurin sum Ársins Jólahandil, sigur Majbritt Jakobsen.