Marjun Heimá 85 ár

Mánadagin 24. januar 2005 fyllir Marjun Heimá í Havn 85 ár.

Marjun Heimá er eitt kent navn í samband við handilin við Bernina-seymimaskinum, lýnlásum, knappum o.l.

Marjun er fødd og uppvaksin í Havn sum nummar 6 av teimum 12 børnunum hjá Poulinu, f. Pálsson, ættað av Tvøroyri, og Jens Paula í Dali, sjómansskúlastjóra úr í Havn.

Marjun hevur frá ungum árum av havt stóran áhuga fyri seyming, og fór hon til Danmarkar at læra til seymikonu á tekniskum skúla.

Hon var í Danmark øll krígsárini og kom heim aftur eftir kríggið og stovnaði sína egnu seymistovu í Havn.

Hon hevur eisini undirvíst í seyming og tilskering í kvøldskúlanum, Tekniska Skúlanum og á Føroya Læraraskúla.

Í 1959 byrjaði hon við egnum handli, sum seldi alt innan seyming og tilskering av klæðum, lynlás, knappar o.l.

Síðan 1960 hevur hon havt umboð fyri tær kendu Bernina-seymimaskinurnar.

Seinnu árini hevur handilin verið partafelag við Marjun og systrini, Ingu Mortensen, sum partaeigarum í P/F Marjun Heimá.

Marjun giftist við Petur, f. Petersen, úr Sørvági. Tey fingu sær eftirnavnið Heimá.

Petur andaðist í 1993, 78 ára gamal.

Marjun hevur altíð verið sera virkin og arbeiðssom, men seinasta árið hevur hon ligið á Pleygudeildini á Landssjúkrahúsinum.

Føðingardagurin verður hildin í KFUK sunnudagin 23. januar frá kl. 16-20.