Um alt gongur, sum tey í Flogbóltssambandinum ætla og vóna, at tað fer at gera, so verður merkisvert jubileum eina ferð í ár. Vónin og ætlanin er, at hetta skal verða í finaluni á Oyggjaleikunum í summar. Tað, sum vit sipa til, er, at Marjun Kalsø skal røkka landsdysti nummar eitt hundrað í flogbólti. Um hetta skal verða í finaluni á Oyggjaleikunum, so eru tvær fyritreytir, ið skulu ganga upp. Onnur er, at íslendingar skulu taka av innbjóðingini at spæla tveir landsdystir í Føroyum, áðrenn føroyska liðið fer til Oyggjaleikirnar (innbjóðingin er send fyri tíð síðani, men enn er einki svar komið), og hin er, at føroysku kvinnurnar skulu spæla seg í finaluna á Oyggjaleikunum. Higartil er Marjun skrásett fyri 92 flogbóltslandsdystir, og tað eru væl fleiri enn nakar annar flogbóltsspælari.
? Eg hugsi ikki so nógv um hetta dagliga, men tað hevði verið hugaligt, um vit eina ferð enn rukku finaluni í Oyggjaleikunum, og um vit høvdu vunnið gull, og eg samstundis kundi spælt landsdyst nummar hundrað, heldur Marjun Kalsø. Tá ið vit fingu orðið á hana í gjár, var hon á veg heim úr Keypmannahavn, har hon hevur verið við fjúrtan ára gomlum flogbóltsspælarum hjá Mjølni.
Marjun er 40 ára gomul, nú hon er úttikin til Oyggjaleikirnar. Niclas Joensen, sum er javngamal við Marjuna, hevur verið landsliðsvenjari í nøkur ár. Hann staðfestir, at Marjun er ikki úttikin fyri at røkka teimum hundrað landsdystunum, men tí hon avgjørt framvegis er við til at bera liðnum:
? Marjun er miðdepulin á liðnum. Hon hevur ongantíð roynt at sloppið sær undan, men hon hevur altíð gingið undan. Hon er hevari, hon hevur gott eyga fyri spælinum, og so hevur hon royndirnar, sum eru so sera týdningarmiklar, tá ið tað stendur nógv á. Veikleikin er sjálvandi, at hon ikki er av størstu spælarunum, men dygdirnar gera, at Marjun framvegis er sjálvskrivað á liðnum, og higartil hevur tað verið nóg mikið til, at hon hevur verið á vøllinum nógv størsta partin av tíðini, sigur venjarin.
Stórur aldursmunur
Tá ið vit spyrja Marjuna, nær hon fyrstu ferð var á landsliðnum, leitar hon eitt sindur í huganum, áðrenn hon minnist aftur á fyrstu dystirnar, sum vóru á útivølli ímóti Noregi. At hon leitar eina løtu er kanska ikki so undarligt, tí tað var í 1979, tá ið Marjun var seytjan ára gomul, at Føroyar spældu tveir dystir yviri á Førde. Síðani tá hevur hon luttikið í nógv flestu dystunum, men hon kundi longu havt rokkið hundrað landsdystum:
? Eg var ikki við í fyrstu Oyggjaleikunum, sum vóru á Isle of Man í 1985, og eg var ikki við í Álandi í 1991. Eg fekk boð báðu ferðirnar, men tað lá ikki fyri, sigur Marjun. Hon eigur tvær gentur. Onnur er fjúrtan ára gomul, og hin yngra varð fødd stutt undan Oyggjaleikunum í 1991.
Liðið, sum í summar fer niður á Guernsey, er mannað við góðari blanding av ungum og eldri og royndum og minni royndum spælarum. Næstan 41 ára gamla Marjun er elsti spælarin.
? Yngsti spælarin eitur Karin Mikkelsen. Hon er úr SÍ og er sera evnarík. Hon er sekstan ára gomul, sigur Niclas Joensen. Vit kunnu harvið staðfesta, at aldursmunurin millum Marjuna og yngsta spælaran er 24 ár.
? Vit hyggja at, hvussu spælararnir standa seg, og Marjun er úttikin á landsliðið, tí hon framvegis verður roknað sum ein av bestu spælarunum, staðfestir venjarin.
Fleiri møguleikar
Marjun Kalsø roknar ikki við, at hon verður so ógvuliga drúgv á landsliðnum afturat. Hon sigur, at tað so smátt er farið at kennast í liðunum, at hon hevur spælt flogbólt so nógv og leingi. Spurningurin er, um hon røkkur eitt hundrað landsdystum, um íslendingar ikki koma henda vegin undan oyggjaleikunum, og um Føroyar ikki megna at spæla seg í finaluna.
? Eg haldi, at vit hava eitt sera gott lið. Vit venja nógv og miðvíst, og karmarnir eru so nógv professionellari nú, enn teir vóru fyri einari fjórðingsøld síðani. Tað sigur seg sjálvt. Fyrsti ósvaraði spurningurin hjá mær er, hvussu tað verður við førleikanum at spæla. Eg vóni, at tað fer at bera til, og eg havi skilt, at tað undir øllum umstøðum verður skipað fyri landsdystum í komandi leikári, so møguleikin fyri at røkka hundrað landsdystum er framvegis har, veit Marjun at siga.
? Um vit megna at fáa fíggjarligt grundarlag til vega, so fara vit at luttaka í C bólkinum í EM. Tað er ikki enn greitt, hvar kappingin verður, men tað er greitt, at hon verður spæld í desember ella í januar. So alt bendir á, at Marjun fer at røkka eitt hundrað landsdystum, sigur Niclas Joensen.
Tølini
Í síðstu viku gjørdu vit burturúr, at Óli Johannesen sum fyrsti føroyski fótbóltsspælarin nakrantíð rakk 60 landsdystum. Tað var eftir hetta, at onkur vísti okkum á, at fyrsti føroyingurin var á veg ímóti eitt hundrað landsdystum í flogbólti.
Vit hava roynt at spurt okkum fyri, um tað eru onnur ítróttarfólk, sum hava rokkið so nógvum landsdystum. At fáa svar upp á ein sovornan spurning í føroyskum ítrótti er ikki sum at siga tað. Burtursæð frá fótbóltshagtølunum, so er tað ikki bara sum at siga tað at fáa fatur á øðrum tølum. Tey finnast í hvussu so er ikki á heimasíðunum. Men tað eru onkur onnur met, sum vit fara at venda aftur til seinni í vikuni.
Og so var tað Marjun Kalsø. Ivaleyst eru allir føroyingar spentir í, um og nær tað fer at eydnast henni at røkka teimum eitt hundrað landsdystunum.
Mynd: Marjun Kalsø
"The Grand Old Woman" í føroyskum flogbólti, Marjun Kalsø, hevur møguleika at røkka teimum hundra landsdystunum í ár. Fyrsti landsdysturin hjá Mjølnir-leikaranum var heilt afturi í 1979, og sostatt hevur Marjun verið um landsliðið í samfull 24 ár.
Mynd: Savnsmynd