TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr :
1) Hvussu tað ljóðaði, tá Tróndur Arge á Rás2 segði frá dystarendanum Føroyar-Ísland 16-24 (5-9)
2) Hoyr hvørja kenslu Marjun Danberg, sum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge hevði júst tá dysturin var liðugur.
3) Hoyr Marjuna Danberg taka samanum føroyska avrikið.
Marjun Danberg heldur, at føroyska liðið stríddist væl, og stóð seg væl ímóti einum sterkum íslendskum liði. Og mett í mun til stuttu tíðina føroyska liðið hevur havt at fyrireika seg í er nógv komið av skafti hjá føroyska liðnum.
Á minussíðuni hesar báðar fyrstu HM-undankappingardystirnar er tó, at føroyska liðið ikki dugir at gagnnýta yvirtalsstøðurnar, men heldur tapir fleiri yvirtalsstøður.