Tað verður ein prestur við drúgvum royndum, ið avloysir sum prestur í Fuglafirði, tá núverandi prestur fer í barnsburðarfarloyvi.
Tað er nevniliga fyrrverandi Kvívíksprestur, Marjun Bæk, ið skal røkja Fuglafjarðar prestagjald næstu níggju mánaðirnar. Prestagjaldið fevnir um Fuglafjarðar, Leirvíkar og Elduvíkar kirkjusókn.
Marjun Bæk tekur við starvinum um miðjan mai, tá núverandi prestur fer í farloyvi.
Tað var einans ein umsókn til starvið.