Marjun fær norðurlendska barnabókavirðisløn

Marjun Syderbø Kjelnes hevur vunnið norðurlendska barnabókavirðisløn

Dómsnevndin í norð­ur­lendska skúla­bóka­varða­fel­ag­num hevur á fundi í Keyp­mann­a­havn gjørt av, at Norð­ur­lendska barn­a­bóka­virð­irslønin 2011 skal fara til Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri ung­dómsbókina Skriva í sand­in, sum varð givin út av Bókadeild Føroya Lær­ar­a­­fel­ags í fjør.

Skriva í sandin er ein so­kall­að­ur stutt­søg­u­ring­ur ­fyri ung. Har eru 10 stutt­søg­ur, sum hava hvør sín høv­uðs­per­són. Tíðin og stað­ið er eitt viku­skifti í Havn. Skriva í sandin lýsir við djúp­ari innliving tíggju van­lig, før­oysk ungfólk, sum tey liva lív teirra í dag, 2010 – við teimum hugsanum, ynskj­­um, longslum og kensl­­um, sum tey hava. Teir tíggju høvuðspersónarnir, 5 dreing­ir og 5 gentur, eru millum 16 og 20-21 ár.

Stuttsøgurnar greiða hvør sær frá, hvussu hesi ungu fyr­i­reika seg til eitt á­víst vik­u­skifti. Í øll­um søg­u­num eru flash­backs, sum geva les­ar­a­num størri fatan av hvørj­um høvuðspersóni sær og sam­­band­­i­­num og – lagn­u­fel­ags­skap­i­num – teirra millum. Øll hava ikki sjón­lig­ar leik­lut­ir í lí­v­i­num hjá hvørj­um øðr­um, men kort­­ini kross­ast lagn­ur teirra í hes­um sam­an­settu søg­­u­­num um ung­dóms­lív­ið í Havn í dag. Sjón­ar­horn­ið skift­ir frá søgu til søgu, so­leiðis at vit sum les­ar­ar upp­liva hend­ing­ar­nar sædd­ar frá høvuðspersóninum.

Tey ungu berjast við somu trup­­ul­­leik­ar sum ung aðr­a­staðni­: for­­elsk­­ilsi, øv­und­sjúku, vin­a­bond, gentu, dreingir, eting­ar­ólag, harðskap, happ­ing, misnýtslu, sex, hom­o­seks­­u­a­l­itet, for­eldur. Marj­un vís­ir í søg­u­num, at hon torir við­gera trupulleikar, sum ann­ars ikki hava verið lýstir ser­­liga væl í føroyskum ung­dóms­s­kaldskapi. Hon skriv­ar beinleiðis til tey ungu - brúkar eitt lætt ger­and­is­mál, sum tey ungu kenna seg aft­ur í.

Marjun Syderbø Kjel­næs, sum hevur skriv­að stutt­søg­ur­ing­in, er fødd í Havn í 1974. Marj­un er útbúgvin sjúkr­a­røktøar­frøð­ing­ur, men hevur seinastu árini skriv­að burt­ur­av. Í 2009 fekk Marj­un játtað starvsløn í 3 ár frá Mentanargrunni Lands­ins.