Marjun Danberg: Vit høvdu møguleikarnir

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr Marjuna Danberg, viðmerkjara taka samanum Føroyar-Makedonia 19-21 (8-8)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr

 

1) Trónd Arge siga frá teimum seinastu sekundunum av dystunum Føroyar-Makedonia 19-21 (8-8)

2) Marjun Danberg taka samanum dystin og avrikið. Marjun Danberg, sum situr uttanfyri við skaða var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2.

 

- Vit høvdu møguleikarnar, men tær vóru ikki nóg neyvar ásannar Marjun Danberg.

 

Marjun Danberg staðfestir, at tað var strævið hjá føroyska liðnum, sum spældi við teimum somu spælarunum alla tíðina, burtursæð frá teimum løtunum, tá Eir Berg kom inn á vøllin.

 

Sjálvt um Marjun Danberg iðrar seg um brendu málmøguleikarnar, sum kundu givið føroyska kvinnulandsliðnum ein sigur, so er hon nøgd við avrikið hjá føroysku spælarunum.