Marjun Bæk er innstillað sum nummar eitt til starvið sum sjómansprestur í Gøteborg Starvið í Gøteborg hevur verið lýst leyst, nú verandi sjómanspresturin, Henning Bøgesvang, kemur aftur til Føroya at virka sum prestur í Sjóvar prestagjaldi eitt tíðarskeið.
Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík, er millum umsøkjararnar og er innstillað sum nr. 1 til starvið í Gøteborg. Tað skrivar Fólkakirkjan á sínari heimasíðu. Marjun hevur í løtuni farloyvi frá starvinum í Kvívík.
Tað er danska sjómans- og útlandskirkjan, DSUK, sum umsitur og setir starvið.
Fólkakirkjan sigur, at í Gøteborg koma nógv donsk skip, ið eru mannað við føroyingum. Soleiðis koma føroysku sjómenninir at hitta føroyska prestin. Og júst hesin møguleikin er áhugaverdur, tí sjófólkið er eyðvitað ein partur av fólkakirkjuni.