Marjun Bæk til Gøteborg

Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík, er innstillað sum nr. 1 til starvið sum sjómansprestur í Gøteborg Nógv donsk skip, ið eru mannað við føroyingum, koma inn í Gøteborg. Soleiðis koma føroysku sjómenninir at hitta føroyska prestin Marjuna Bæk, sum í næstum fer til Gøteborg at virka sum sjómansprestur. Fólkakirkjan.fo sigur soleiðis:

- Vit eru bæði glað og errin, at okkara prestar fáa møguleikan til størv uttan fyri Føroyar. Vit fara at sakna Marjun sum prest í Føroyum. Og tó, so er gleðin størri. Hetta er ein gyltur møguleiki fyri føroysku fólkakirkjuna at samstarva við DSUK (danska sjómans- og útlandskirkjan, sum umsitur og setir starvið) Hetta gevur føroysku sjómanskirkjuni vind í seglini. Sum kirkja mega vit kenna okkara ábyrgd og stuðla presti okkara í Gøteborg.

Samstundis sum at Marjun og Kári fara til Gøteborg, koma Henning og Solveg Bøgesvang aftur til Føroyar eftir tíggju ár í Gøteborg. Henning verður sóknarprestur í eitt hálvt ár í Sjóvar prestagjaldi. Fólkakirkjan.fo sigur, at tað er hugaligt at siga vælafturkomin við familjuna Bøgesvang.

- Væl torførari er at siga farvæl við Marjun og Kára Bæk. Tó, tað er gott fyri ta føroysku kirkjuna, at føroyskir prestar gera tænastu uttan fyri Føroyar. Vit her heima fáa nakað frá okkara prestum uttanlands, og tað er umráðandi at fáa at vita, hvat rørir seg úti í heimi. Óheppið er tað, um vit sum kirkja missa sjónarringin, verður sagt.