Av bispaskrivstovuni verður sagt, at seinasta freist at stilla inn til bisp er 10. september, ella um snøgga viku Um eina viku er greitt, hvørji lata seg stilla upp til komandi bispavalið. Av Bispaskrivstovuni verður sagt til Sosialin, at seinasta freist at stilla upp er komandi mánadag, 10. september.
Annars eru tey ógvuliga sparin við upplýsingum, tó at váttað verður, at uppskot eru komin inn. Men einki verður sagt um, hvussu mong uppskotini eru í tali.
Sambært upplýsingum, sum Sosialurin hevur fingið frá vælvitandi keldum, skal talan verða um fimm uppskot til komandi bisp í Føroyum. Tey, sum uppstillað eru, umfata Jákup Reinert Hansen, Jógvan Fríðrikson, Berg Debes Joensen, Una Næs og Marjun Bæk.
Hetta merkir í stuttum, at komandi bispur væl kann gerast ein kvinna.
Marjun Bæk er í uppskoti til komandi bisp. Hetta váttar hon sjálv fyri Sosialinum