Marius Ziska er á Lítla Vega í kvøld

Í hesum døgum er Marius Ziska á konsertferð í Danmark, Týsklandi og Føroyum

Hann spældi á Posten í Odense seinasta hóskvøld. Hetta var fyrsta av sjey konsertum, sum eru á skránni hjá bólkinum í apríl. Fýra av konsertunum eru í Danmark, ein í Týsklandi, og tvær í Havn.

Leygarkvøldið spældi Marius Ziska á Fermaten í Herning, síðani gekk leiðin til Fredericia har hann spældi í Tøjhuset, til Keypmannahavn at spæla í Vega í kvøld og síðani til Flensborg at spæla í Flensborghus. 

Eftir tað kemur bólkurin heim at hava tvær útseldar konsertir í Sjónleikarhúsinum í Havn vikuskiftið 19. og 20. apríl.