Oyggjaleikir: Seinnapartin eydnaðist Mariusi F. Joensen at tryggja sær sjálvum og Føroyum gull í einstaklingakappingini í skjóting, tá hann í finaluni í skeet endaði bestur av øllum.
Marius vann gull við 130 dúgvum, og var hann eina dúgvu framman fyri Edison McLean av Cayman-oyggjum og tvær framman fyri Lennart Åkerblom úr Álandi.
– Hetta er heilt ótrúligt og tað, vit hava arbeitt fram ímóti. Tað er ótrúligt, at tað eydnaðist, tí eg byrjaði so illa í gjár, men fekk strítt meg í finaluna og fekk so arbeitt meg upp allan vegin, sigur Marius, ið er ikki sørt rørdur, tá hann skal seta orð á sigurin og gullið.
– Aftaná í gjár var eg nakað aftan fyri hinar báðar fremstu, men fekk vunnið tað innaftur í tveimum teimum fyrstu umførunum í dag. Og áðrenn seinasta umfar í finaluni var Edison eina dúgvu framman fyri meg og Lennart, men eg fekk so yvirhálað báðar og vunnið til endans. Hetta er fantastiskt!
Eitt var, at Føroyar vunnu gull í skeet-skjótingini, men eisini er merkisvert, at Føroyar aftur hesaferð áttu tveir av teimum seks skjúttunum í finaluni. Hin føroyski skjúttin, Sámal Debes, bleiv nummar fimm, og tað var hann nøgdur við, tí mál hansara var jú at koma finaluna.
Eftir er nú einstaklingakappingin í trap, men longu nú er greitt, at føroysku skjúttarnir hava skrivað søgu í ríkiligt mát, tí umframt gullið hjá Mariusi í dag, hava Føroyar í liðkapingunum vunnið gull í skeet og bronsu í trap.