Marius Takkar fyri seg

Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag leygardagin, tók Marius Clementsen av Sandi, seg úr stjórnini

Nevndarval

Marius Clementsen er ikki longur stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag.
Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum fríggjadagin og leygardagin.
Tá ið limir skuldi veljast í stjórnina, var Marius Clementsen av Sandi ein av teimum trimum stjórnarlimunum, sum stóu fyri vali.
Og tá boðaði hann frá, at hann tók ikki við afturvali.
Hann segði, at hann fylti 67 í næsta mánað og tí helt hann, at tíðin var komin at takka fyri seg og at lata onkran yngri koma framat.
Hann takkaði annars øllum í stjórnini í Føroya Arbeiðarafelag fyri gott samstarv.
Marius Clementsen hevur sitið í stjórnini í Føroya Arbeiðarafelag í átta ár.
Tey, sum hava sitið í stjórn saman við honum, takkaðu honum somuleiðis fyri gott samstarv.
Tey vóru samd um, at Marius hevði verið góður at havt í nevndini og ikki minst komu tey at sakna hansara heilt serliga sans fyri skemti.
Marius Clementsen hevur sitið í Stjórn Føroya Arbeiðarafelags í átta ár.
Hann skeyt sjálvur upp at velja Agnar Olsen í Hósvík í stjórnina í staðin fyri og tað tók aðalfundurin eisini undir við.
Onnur, sum stóðu fyri vali hesuferð, vóru Margretha Rasmussen úr Fuglafirði, Georg Hansen úr Miðvági og Sunrid Vang úr Froðba og tey vóru øll afturvald. Hini, sum sita í stjórnini eru Poul Juul Festirstein av Eiði, Karla Einarsson úr Rituvík og Ingeborg Vinther, forkvinna, úr Vági.