Marius syndromið!

   

Nokk so nógv hevur verið skrivað og tosað um atburðin hjá Mariusi, tá ið hesin skuldi undirskriva skjalið viðvíkjandi nýggjari grundlóg, og meta nógv hetta vera vanvirðing av tingsessinum. Millum annað hevur Jógvan Sundstein úttalað seg um skræðingina av pappírinum, og tað er altíð áhugavert at frætta, hvat fakkunnleikin meinar. Jógvan Sundstein er jú specialistur í »skrædling«, tí hann hevði jú høvuðsábyrgdina, tá ið tann føroyski búskapurin bleiv syndraður sundur fyri 8-10 árum síðani, tí føroyska fólkinum til mikla vanlukku.

Ein annar, advokaturin Anfinn Hansen, mælir eisini til at straffa Marius. ? Hetta er óivað eitt, ið gongur við einum dómara ella onkrum høgum í búkinum, nú fullveldistíðir eru í nánd, o.s.fr.

Men aftur til vanvirðingina. Hvør vanvirðir hvønn? Samgonguflokkarnir eru teir, sum ignorera tað føroyska fólkið við at gera eina nýggja grundlóg ? ?uttan við fólkaatkvøðu framman undan at hava vissað sær, at tað er meiriluti fyri hesum. Gerð Mariusar var symbolsk. Sum hann gjørdi, ger meirilutin av føroyingum við hatta skjalið, inntil tað kann prógvast, at fólkið ynskir tað øðrvísi. Tað er als ikki veruleiki, at øll tey, ið standa aftan fyri samgonguflokkarnar, ynskja nýggja grundlóg. Her vesturi í Vágum fekk Sámal Petur í Grund eina ørgrynnu av atkvøðum, tí hann lovaði vágafólki undirsjóvartunnil, og hevði hetta sostatt onki við sjálvstýrið at gera. Sama gjørdi seg eisini galdandi fyri nógvar av fólkafloksatkvøðunum her vesturi, og er tað óivað eisini í øðrum valdømum, at samgonguflokkar hava fingið atkvøður, sum als ongan áhuga hava fyri nýggjari grundlóg.

Sambært formanninum er Føroya Javnaðarflokkur ikki ímóti broytingum, men skulu tær ikki nerva livistandardin, ? ? og verða framdar við skili. At ikki alt kemur at rugga rætt, meinar borgarstjórin í Klaksvík, har hann í Dimmalætting tosar um glæntrileik í sambandi við landsmyndugleikarnar.


Leif Nolsøe,

Sørvágur