26. mai fáa suðuroyingar vitjan av bólkinum Marius, sum í dag telist millum teir hottastu bólkarnar í landinum. Marius spæla í Tvøroyrar Klubba.
Hans Marius Ziska er høvuðsmaður í bólkinum, sum fyri nøkrum árum síðani vann føroysku kappingina í Global Battle of the Bands.
Áður hevur Hans Marius eisini verið sangari í bólkinum Flux, sum var eitt frískt lot í føroyskum tónleiki um aldaskiftið.
Marius spælir livandi og lívandi rocktónleik, og bólkurin torir eisini at nýta øðrvísi ljóðføri í tónleikinum hjá sær eitt nú harmoniku, ukulele og trækassatrummu.
Bólkurin Marius er umframt høvuðsmannin sjálvan mannaður við góðum tónleikarum. Talan er um Hans Marius Ziska, Heðin Ziska Davidsen, Allan Tausen og Brandur Jacobsen. Í steðginum stendur Dj Ice fyri tónleikinum.
Tú kanst lesa meira um tiltakið á Facebook síðuni hjá tiltakinum, sum sæst her:










