Listamaðurin Marius Olsen arbeiðir bert við grafiskari tøkni. Menniskjað er miðdepilin í list hansara, og serstakliga ger hann nógvar sjálvsmyndir. Marius er ógvuliga eksperimenterandi í síni list, og setir ymiska tøkni saman, so sum silkiprent og etjing. Á tann hátt fær hann fram ein sermerktan poesi og sjáldsamar myndir, ið bert kunnu síggjast í góðum ljósið. Í ávísum høpum viðger Marius náttúruna og landslagið einsamøll, men aloftast við dramatiskum temaum.
Fernisering verður í Leikalund kl 16.00, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er at síggja í upplatingartíðunum hjá Leikalund:
Mánadag-fríggjadag: 10.00-23.00
Leygardag: 10.00-13.00 og 19.00-23.00
Sunnudag: 19.00-23.00










