Marius Olsen í Galerie Focus

Fríggjadagin 1. juni kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Mariusi Olsen upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Marius Olsen er ein av okkara bestu grafikarum. Hann arbeiðir við ymiskum grafiskum framburðum og setir ymiska tøkni saman. Myndirnar eru sjáldsamar og hava sermerktan poesi.


Framsýningin verður opin til 14. juni, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.



Summarframsýning 2007 í Snarskivuni


Galerie Focus skipar eisini fyri summarframsýningini í Snarskivuni. Framsýningin letur upp mentanarnáttina fríggjadagin 1. juni kl. 15 – 22 og endar 15. august.


Við á framsyningini eru: Jógvan Asbjørn Skaale, Jóna Rasmussen, Heðin Kambsdal, Eyðun av Reyni og Amariel Norðoy