Marius og Siv hava konsert

Marius Ziska og norska Siv Jakobsen hava konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í apríl

 

 

Sjónleikarhúsið leggur pall til ársins fyrstu føroysku konsert við Marius Ziska tann 20. apríl. Hetta er beint eftir, at bólkurin er komnir aftur av konsertferð í Danmark.

 

– Um tað er á Gøtusandi, á Vágsbøi, í Stóra Bretlandi ella í norður Noregi, megnar sveimandi søldarfirðingurin Marius Ziska at røkka inn til lurtaran. Sterku fólksligu løgini eru fangandi, kensluborin og bera brá av sorgblídni, og vit kenna øll løgini Nærveran, Silvurlín og Síggja av Nýggjum, fyri at nevna nøkur heilt fá,m siga fyriskipararnir.

 

Umframt at hava framført við millum annað Eivør Pálsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Føroya Symfoniorkestrið á væl umtóktu framførsluni í Norðurlandahúsinum, sum KVF filmaði, hevur Marius Ziska eisini vunnið fleiri FMA virðislønir.

 

– Tað er eingin ivi um, at Marius Ziska, við fullum bólki í tí hugnaliga og søguliga Sjónleikarhúsinum, verður ein nærverandi og savnandi uppliving.

 

Norska Siv Jakobsen, sum er tilnevnd Spellemansprisin, fer at hita upp.

 

– Hon spælir inniligan, droymandi og melankoliskan fólkatónleik. Tey seinastu árini hevur hon verið á konsertferðum kring heimin, har hon hevur hitað upp fyri nøvnum sum José González, The Lumineers, Beach Bunny og Susanne Sundfør. Í fjør útgav hon heildarútgávuna ‘Gardening’, har Ane Brun gestaði, og handan pultin stóð Zach Hanson (Bon Iver, Tallest Man On Earth).

 

Gorilla Undirgrundin skipar fyri konsertini, og atgongumerkini kunnu keypast á atgongumerki.fo.