Marius Live í Café Natúr

Um vikuskiftið verður tað Marius, ið stendur fyri tónleikaliga undirhaldinum á Cafðe Nátúr í Havn.

 

 

Hugnaliga umhvørvið og serligi stemningurin ger, at tú alt fyri eitt kennir teg væl.

Tá so náttin er um at vinna á kvøldinum, setur Marius stikkið í og so gongur leiðin inn í tónleikaheimin hjá Marius.

Tað er fangandi, royndur, sigandi rokkur. Gloym vindin/regnið og droym teg aftur til sól og summar í Cafá Natúr, siga fyrireikararnir m.a. í tíðindaskrivi.