Á Sandi verður hann vanliga nevndur Marius á Klettum. Hann er sonur Jákup Petur og Olgu Clementsen. Mamma Marius kom úr Funningi, og fingu tey tríggjar dreingir og eina dóttir.?Marius kenni eg best frá arbeiðarafelagnum. Hann bleiv fyrstu ferð valdur í nevnd mars 1994 og bleiv seinni, í 1999, valdur sum formaður og situr enn í dag sum formaður í Sands Arbeiðarafelag.?Eitt skifti sat Marius eisini sum nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag til hann ikki stillaði uppaftur. Marius situr eisini sum formaður í Sandoyar Sjúkrakassa. Álitismaður um ein háls. Hóast hann fyllir 70 ár sæst lítið til aldur.
Marius er til arbeiðis á flakavirkinum, tá ið nógv er at gera. Eisini dámar honum væl at ganga burtur í haga. Seinnu árini hevur hondum dámt serliga væl at lært børnini føroyskan dans í Virkinum.
Marius hevur altíð brent fyri tí føroyska dansinum, og munnu tað vera nógv, sum hava biðið hann syngja brúðarvísuna.?Marius heldur føðingardag sín fyri innbodnum í Virkinum nú leygarkvøldið. Hjartaliga tillukku við degnum??Terji Dalsgaard