Marius Joensen er aftur føroya­meistari!

Skjóting - Marius Joensen føroya­meistari í Skeet. Tað varð greitt um vikuskiftið, tá FM-kappingin var á Norðskála og á Sandvíkum í vikuskiftinum

Trý umfør vóru skotin á Norð­skála leygarmorgunin, og tvey umfør, umframt finalan, vóru skotin á Sandvíkum seinna­partin í gjár.
Veðrið var av tí besta, og líkindi at skjóta vóru góð.
Bara ein dúgva skilti Mariusi Joensen frá nærmastu kapp­ingar­neytunum.
Tað var neyðugt við um­skjóting, áðrenn vinnarin varð funnin, og tað eydnaðist akk­urát Mariusi Joensen at endur­vinna FM-heitið í Skeet.


Endaliga úrslitið:

1. Marius Joensen, 120 av 150 dúgvum + 1
2. Jóannis Joensen, 120 av 150 dúgvum + 0
3. Magni Dam, 119 dúgvur av 150 dúgvum
4. Sámal Debes, 114 av 150 dúgvum