Marius í nýggjari finalu

Mótstøðumaðurin í finaluni hevur uppkallað sonin eftir føroyska vinmanninum

 

Marius Joensen, sum longu hevur vunnið eitt gullmerki, skal um lítla løtu undir finaludystin í skeet-skjóting.

 

Mótstøðumaður hansara í finaluni er Lennart Åkeblom úr Álandi, og tað serliga við hesum er, at Lennart er giftur føroysku Rannvá Åkeblom.

 

Heilt serligt verður tað, tá vit leggja afturat, at tey bæði eiga ein son, ið er nevndur Marius. Sjálvandi uppkallaður eftir føroyska skjúttanum, sum eisini er góður vinmaður við føroyska/álendska parið.