Fyrr í dag vann Marius F. Joensen gullmerki fyri Føroyar í einstaklingakappingini í skeet, sum er onnur skjótikappingin, sum føroyingar luttaka í.
Marius Joensen hevur tí verið við í tveimum kappingum og vunnið tær báðar.
Skotin vóru seks umfør, áðrenn gullvinnarin var kosin, og tá avtornaði hevði Magnus F. Joensen fingið 130 stig, sum var eitt meira enn maðurin á øðrum plássi og tvey meira enn maðurin á triðja plássi. Teir vóru ávikavíst av Cayman Islands og av Álandi.
Kappingin var rættiliga spennandi, tí tað var ikki fyrr enn í seinasta umfarinum, at Marius F. Joensen legði seg á odda. Hann var eina dúgvu aftanfyri nummar eitt áðrenn seinasta umfar, men tá hann rakti tvær meira enn Edison McLean endaði føroyingurin fremstur og fór avstað við gullinum.