Sangarin/gittarleikarin Hans Marius Ziska var fyri kortum í keypmannahavn saman við hinum gittarleikaranum Heðin Ziska Davidsen. Í Fix-N-Mix Studio hava teir ljóðblandað og mastrað fløguna, saman við háttvirda og roynda ljóðblandaranum Óla Poulsen. Arbeiðið at ljóðblanda fløguna er um at vera liðugt. Í løtuni er húsin undir umbúnað. Tað er sniðgevin Høgni Egholm Magnussen, ið sniðgevur húsan í samstarvi við bólkin.
Enn er eingin neyv dagfesting sett fyri nær útgávan kemur á føroyska marknaðinum, men tað kann staðfestast, at debutfløgan hjá tónleikabólkinum Marius er á gáttini.
Í tíðindaskrivi sigur bólkurin somuleiðis, at fyrsta útvarpsstakfløgan verður at hoyra um ikki alt ov langa tíð.