Tingwall: Mánadagin vóru tveir føroyskir byrsuskjúttar við liðkappingini í skeet, sum var hildin á skjótibreytini í Tingwall.
Marius Joensen og Rúni Debes stóðu seg væl, tí teir endaðu sum nummar 4 í kappingini. Føroyar fingu 144 dúgvur, meðan teir frá Isle of Man fingu 160 dúgvur og vunnu bronsuna.
Tað var tó hugaligt at síggja yvirlitið yvir teir einstøku skjúttarnar í liðkappingini, tí Marius Joensen gjørdi rættiliga vart við seg í hesari kappingini.
Samanlagt var hann næstbesti skjúttin, og hann var beint í hølunum á tí besta skjúttanum.
John Magnus Laurenson úr Hetlandi rakti 86 av 100 dúgvum, meðan Marius hevði 84 plettskot.
Hetta skuldi givið ávísar vónir til einstaklingakappingina í skeet, sum verður seinni í vikuni










