Føroyski rapparin Marius DC gevur í dag 25. august út sítt næsta staklag, ið hóskandi eitur 25/8, Fyrsta staklagið Drip Drop hevur verið nógv at hoyrt í summar, bæði í útvarpi og á pallum kring landið, og so seint sum í gjárkvøldið spældi Marius DC konsert á seinsummardegnum á Sandi. Nýggja lagið 25/8 er eins og Drip Drop nútímans Hip Hop.
Íblásturin er úr blómandi Hip Hop umhvørvinum í USA og ljóðið er altjóða. Lagið er nú tøkt eitt nú Spotify, iTunes, Youtube og Soundcloud. Tað er rapparin í bólkinum Marius, ið hevur skrivað lag og tekst, og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hevur framleitt, Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering.
Leinkjur:
25/8 á Youtube https://youtu.be/6BwM7ZmA0yo
25/8 á Soundcloud https://soundcloud.com/mariusdc/official258
25/8 á Spotify https://open.spotify.com/track/0wGYZHLykw1T9ocAMFb50h?si=xgjb-vr8Sxa7eWHLwYFeSQ
(Mynd: J.A. Nielsen)