Samstarvið millum føroyska Marius og íslendska Svavar Knútur á lagnum “Tokan”, er hesa vikuna valt, sum annað íslendska umboðið á Nordic Playlist.
Hetta lag verður sostatt marknaðarført, sum tað besta úr Norðurlondum hesa vikuna.
Tá Nordic Playlist verkætlanin varð avdúkað í næst síðstu viku, var greitt, at bert tey fimm sjálvstøðugu londini vóru umboðaði á listanum. Hetta fekk tónasmiðin Sunleif Rasmussen at kritisera listan og støðuna hjá Føroyum, sum part av danska Ríkisfelagsskapinum.
Tað er Nordic Music Export, ið eigur og rekur listan. Nordic Music Export er samstarv millum tónleika útflutningsskrivstovurnar í Noregi, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Svøríki.
Stjórin á Nordic Music Export, Nomex, Anna Hildur vísti tá á, at hóast Føroyar ikki eru umboðaðar á Nordic Playlist og so eru føroyingar og grønlendingar partar av danska kongaríkinum, og um ein av ritstjórunum velur at taka eitt føroyskt, grønlendskt, álendskt ella samiskt lag fram, so kann tað fáa eitt pláss á listanum ístaðin fyri tað sjálvsstøðuga landið, ið sjálvstýrandi økið er partur av.
Hesa vikuna hevur Mew oddamaðurin Jonas Bjerre valt listan, og hóast føroyingar eru umboðaðir á listanum, so er tað ikki undir donskum flaggi, men sum eitt av tveimum íslendskum umboðum, tí samstarvsfelagin hjá Marius er íslendingur.
Nordic Playlist, nýggjasta átakið fyri útbreiðsluna av norðurlendskum tónleiki. Hesin listi verður marknaðarførdur við tí í huga, at tey, ið elska tónleik lætt skulu fáa atgongd til nýggjan norðurlendskan tónleik.
Skipanin er einføld at brúka og sameind við streamingtænasturnar Spotify, Wimp og Deezer, so tú bert trýstir á play, velur streamningtænastu og so hoyrir tú listan. Á streamingtænastunum kanst tú eisini melda teg beinleiðis til playlistarnar og fáa boð hvørja viku um nýggjasta listan.