Mentamálaráðið hevur nú sent út tíðindaskriv um ætlaða maritima depilin í Klaksvík og um ætlaðu hægru maritimu útbúgvingarnar í Havn. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at frá 2011 verður Trygdarmiðstøðin í Klaksvík flutt frá Fiskimálaráðnum til Mentamálaráðið, samstundis sum Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli koma undir somu yvirskipaðu leiðslu, sum er stjórin á Tekniska skúla, Rúni Heinesen.
Roknað verður við, at verandi útbúgvingar á Klaksvíkar Sjómansskúla sum frá líður eisini verða í nýggju hølunum hjá Trygdarmiðstøðini.
Lagt verður aftrat, at í august 2012 er ætlanin at uppstiga skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til bachelorútbúgvingar á Fróðskaparsetrinum. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið heitt á stjóran á Vinnuháskúlanum um at halda fram í starvi sínum til 1. september 2012.
Í august 2012 verða skipara- og maskinistútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum fluttar til Klaksvíkar, har skipaður verður ein maritimur depil í samstarvi við Tekniska skúla.
Umframt Klaksvíkar Sjómansskúla og Trygdarmiðstøðina, kemur depilin eisini at fevna um Brandstøðina við Áir.
Í gjár kunnaði landsstýriskvinnan Maritima Útbúgvingarráðið um ætlaðu broytingarnar, og í dag eru avvarðandi stovnar og skúlar kunnaðir.
Í sambandi við verksetan av bygnaðarbroytingunum hevur Mentamálráðið mint leiðslurnar á at taka starvsfólkini við uppá ráð samsvarandi almenna starvsfólkapolitikkinum.
- Fyri at tryggja ætlaðu tilgongdina best møguligt fer Mentamálaráðið at gera mál- og avrikssáttmála við skúlastjórarnar, Hans Johannes á Brúgv og Rúna Heinesen, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.









