Runavíkar kommuna dýpir í løtuni eystursíðuna á bátahylinum á Bakka á Glyvrum. Dýpið verður tríggjar metrar, tá arbeiðið er liðugt. Endamálið við hesum arbeiði røkkur longur enn bert til hesa dýping.
- Vit ætla at skapa eitt matitimt umhvørvi inni á Bakka, sigur borgarstjórin, Magnus Rasmussen.
Hann leggur aftrat, at tá dýpingararbeiði er gjørt, er ætlanin - vónandi í 2013 - at gera eina langa træbrúgv fram við eystursíðuni á bátahylinum.
- Inni á Bakka hava vit bæði róðrarneyst, og her hevur eisini bátafelagið síni høli, sum eisini verða brúkt til undirhús.
Magnus Rasmussen sigur, at ætlanin er at skipa so fyri. at hetta verður staðið, har fólk kunnu koma við sínum frítíðarbátum og annars gera brúk av teimum fasilitetum, sum eru og verða á staðnum.
Bátafelagnum á Bakka líkar væl, at hetta arbeiðið nú er í gongd og gleðir seg til, at umstøðurnar verða betri.
Dagliga vitja einir 15-25 mans í bátafelagshúsinum á Bakka. Hetta eru serliga tilkomnir og eldri menn, sum hittast um morgnarnar og til nakað út á fyrrapartin til kaffi, prát og hugna.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, metir, at arbeiðið, sum nú verður gjørt inni á Bakka - saman við ætlaðu træbrúnni - fer at kosta millum tvær og tríggjar miljónir krónur.