Síðan ráðstevnuna Shipping Føroyar 2008 í mars í ár hava umboð úr shippingvinnuni arbeitt við at fyrireika eitt maritimt forum, ið skal virka fyri at skapa vøkstur í shippingvinnuni. Fyrireikingarnar eru komnar so væl áleiðis, at stovnandi aðalfundur verður í heyst
Á Shipping Føroyar 2008, sum Føroya Banki, Sjóvinnudepilin og Reiðarafelagið fyri Farmaskip skipaðu fyri, vóru landsstýrisfólk og fyrilestrarhaldarar samd um, at nógv hevur farnu mongu árini verið tosað um at skapa vøkstur í shippingvinnuni, men lítið er hent.
Eitt nú varð víst á, at neyðugt er at gera Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina (FAS) kappingarføra við aðrar tílíkar skipaskrásetingar, so fleiri reiðarí vilja skráseta síni skip í henni.
Síðan ráðstevnuna hava umboð fyri fyrireikararnar, føroyskar shippingfyritøkur, manningarfeløg og føroyskar útisiglarar arbeitt við at fyrireika eitt maritimt forum, ið skal skunda undir, at shippingvinnan fleirfaldar sína inntjening komandi árini.
- Fyrieikingarnar eru komnar so væl áleiðis, at stovnandi aðalfundur verður í oktober. Tá er ætlanin at samtykkja endamálsorðingina og viðtøkurnar. Væntandi fer maritima forumið at líkjast Oljutinginum, sigur Sjúrður Guðjónsson frá Sjóvinnudeplinum.
Var føroyska shippingvinnan lutfalsliga líka stór sum tann danska, var umsetningurin í vinnuni umleið 2 milliardir krónur. Men í føroysku shippingvinnuni er umsetningurin einans umleið 400 milliónir krónur. Tey, sum fyrireika maritima forumið, halda, at eitt hóskandi mál kundi verið, at inntjeningin í shippingvinnuni verður tvær milliardir krónur í 2015, og at umleið 300 útlendsk skip tá verða í FAS. Á Shipping Føroyar 2008 góvu umboð fyri landsstýrið lyfti um, at eisini politisk stig fóru at verða tikin at fáa ferð á shippingvinnuna, m.a. við at gera FAS-skipanina kappingarføra.
Vinnumálaráðið hevur nú boðað frá, at nýggjur stjóri er settur á FAS-skrivstovuni og Skráseting Føroya. Nýggjur stjóri er Tommy Petersen, løgfrøðingur, sum hevur drúgvar royndir sum stjóri og ráðgevi hjá tí almenna og haraftrat drúgvar altjóða royndir.