3. desember verður tann fyrsti fundurin í einum átaki, sum skal skapa vøkstur í shippingvinnuni Síðan ráðstevnuna Shipping Føroyar 2008 hava umboð úr shippingvinnuni arbeitt við at stovna eitt maritimt forum, ið skal virka fyri at skapa vøkstur í vinnuni. Nú verður fyrsti fundur í hesum forum. Fundurin verður á Hotel Føroyum mikudagin 3. desember 2008 kl. 13.00.
Á fyrsta fundinum verða fleiri áhugaverdir fyrilestrar á skránni. Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, leggur fyri, og eisini fer stjórin á Føroysku Altjóða Skipaskránni, Tommy Petersen, at leggja fram. Lars Bo Hansen, stjóri, fer at røða um, hvussu føroyska shippingvinnan kann taka seg fram í altjóðagjørda heiminum.
Skráin fyri fundin 3. desember 2008 kl. 13.00 á Hotel Føroyum er hendan:
Skráin fyri fundin 3. desember 2008 kl. 13.00 á Hotel Føroyum er hendan:
13.00 Vælkomin
13.05 Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum: ?Shipping og altjóða skipaskráseting sum vakstrarøki.?
13.20 Umboð fyri fyrireikararnar greiða frá stovnanini av Maritimum Forum
13.30 Seabrokers: ?Avbjóðingar og møguleikar hjá fiskiskipareiðarum í frálandavinnu.?
14.15 Tommy Petersen, stjóri á FAS: ?Strategi fyri Føroysku Altjóða Skipaskránna?
14.30 Steðgur
15.00 Lars Bo Hansen, ráðgevi og stjóri á Cococo: ?Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur í shippingvinnuni taka seg fram í einum altjóðagjørdum heimi.?
16.00 Liðugt
Áhugað kunnu tekna seg til fundin í Maritimum Forum.Ókeypis atgongd. Tað ber eisini til at skriva seg upp sum lim í Maritimum Forum á sjálvum fundinum, siga fyrireikararnir.