Marita verður nýggjur stjóri

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett Maritu Rasmussen sum stjóra í Vinnuhúsinum Hon tekur við starvinum 1. januar, tá ið Jan Mortensen, sum er stjóri nú, fer í starv sum stjóri á Føroya Tele Samskifti.

Marita Rasmussen er 40 ára gomul og útbúgvin fiskivinnufrøðingur. Harafturat hevur hon tikið eina Master of Management við Robert Gordon University í Aberdeen.

Seinastu trý árini hevur hon verið samskipari í Vinnuhúsinum, og hon var eisini samskipari í Vinnuhúsinum eitt tvey ára skeið um aldaskifti. Av øðrum starvsroyndum kann nevnast, at hon hevur arbeitt við sølu og marknaðarføring av alifóðri fyri Fútaklett / EWOS, verið samskipari innan fiskivinnugransking, starvast sum ráðgevi og verið góðskuleiðari hjá Føroya Fiskavirking.

Harumframt hevur Marita siti í fleiri nevndum m.a. Føroya Grunninum, Landsbankanum og Vinnuframagrunninum.

Tá hon tekur við stjórastarvinum í Vinnuhúsinum, sigur hon seg úr nevndini í Føroya Grunninum, tí nevndir í privatu vinnuni ikki sampakka við stjórastarvi.

- Eg ivist ikki í, at vit hava sett ein persón við røttu eginleikunum til at røkja áhugamálini hjá vinnuni og at vera framsøgufólk fyri vinnusjónarmið, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag við heimasíðuna hjá vinnuhúsinum.