Marita takkaði fyri seg

Hósdagin í farnu viku takkaði Marita Arge Magnussen fyri seg, eftir at hava verið fastur fúsur á Landssjúkrahúsinum í samfull 46 ár. Í sambandi við at Marita legði frá sær, varð skipað fyri móttøku í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum

Fráfaring

?Eg haldi tíðin er búgvin til at gevast og lata onnur koma til. Eg havi verið ótrúliga glað fyri tíðina á Landssjúkrahúsinum, og eg komi at sakna bæði tað sosiala og tað fakliga, sigur Marita Arge Magnussen, sum, eftir 46 ár á Landssjúkrahúsinum, nú er givin at arbeiða sum leiðari á laboratoriunum.
Í sambandi við, at Marita nú takkaði fyri seg, varð skipað fyri móttøku. Hendan varð hildin í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Leiðslan helt tað vera hóskandi at halda móttøkuna í nýggja bygninginum, soleiðis at Marita fekk eitt innlit inn tí ?lovaða landið?, sum onkur av gestunum kallaði tað.
Leiðslan borðreiddu við onkrum góðum til matna, men Marita og teir mongu gestirnir fingu meira enn so. Eitt kór, sett saman av laborantum á Landssjúkrahúsinum, setti teirra dám á løtuna við sangi. Eisini vóru fleiri røður á skránni. Umframt Maritu sjálva, søgdu m.a. Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, Jón á Steig, yvirlækni, og Pál Veihe, lækni, nøkur orð.
Eisini hópin av gávum fekk Marita hendan serliga dagin. Gávur vóru komnir nógvastaðni frá, og tað var ikki sørt sum gestirnir festu eygu á prýdda gávuborðið.
Marita var eisini ógvuliga glað fyri dagin, tá ið vit fangaðu hana í telefonini mánamorgunin.
?Eg eri sera glað fyri móttøkuna. Tað frøddi meg at síggja, at so nógv fólk komu at heilsa mær farvæl. Eg gjørdist stórliga bilsin av laborantasangkórinum, og tað var eitt sera gott høvi til at siga farvæl, sigur Marita Arge Magnussen.
Tað mesta av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum stukku inn á gólvið teir tímarnar, móttøkan. Eisini hópin av fyrrverandi starvsfólki, bæði læknar og sjúkrasystrar, vildu heilsa Maritu henda dagin.
Hóast tað eru 46 ár síðani, at Marita byrjaði á laboratoriunum, er hon bæði fegin um tíðina, og gleðir seg eisini til at fáa tíð til onnur ting.
?Eg havi nógv, ið eg ætli at takast við, og eg trúgvi ikki tað verður nakað trupulleiki at sova leingi um morgnarnar, sigur Marita skemtandi.
?Eg fari at sakna tað sosiala og tað fakliga, men eg farið nokk at hyggja inn av og á, og eg skal eisini avloysa í tvær vikur í komandi mánað. Eg latið tó laboratoriið í góðar hendur, og eg fegnast yvir, at hølisviðurskiftini nú vera munandi betur, sigur Marita Arge Magnussen.
Sosialurin ynskir Maritu alt tað besta í framtíðini.