Norska ítróttarkvinnan Marit Bjørgen, sum hevur vunnið at kalla alt, sum er at vinna innan fyri tær norðurlendsku skíðkappingarnar, hevur brádliga fingið trupulleikar við hjartanum.
Norskir fjølmiðlar siga, at tað var undir venjing fríggjadagin, at tann 32 ára gamla Marit Bjørgen varnaðist, at alt var ikki, sum tað plagdi at vera, og tá hetta endurtók seg leygardagin, setti hon seg í samband við læknan. Hon fór síðani á St. Olavs Sjúkrahúsið, og kanningar har staðfestu, at hjartalagið var óregluligt. Marit Bjørgen var á sjúkrahúsinum í nátt, men varð útskrivað í dag. Hon hevur kortini elektrodur á kroppinum, so læknarnir fáa boð um tað, um hjartalagið gerst óregluligt aftur.
Venjarin hjá teimum norsku skíðkvinnunum, Egil Kristiansen, sigur, at trupulleikarnir eru ikki so álvarssamir, og at Marit Bjørgen kann skjótt fara undir venjingarnar aftur.