Bayern Munchen vísti ræðandi styrki í týsku steypakappingini, nú teir skulu takast við Barcelona í Champions League hálvfinalunum í næstum.
Í hálvfinaluni í steypakappingini vann Bayern Munchen heili 6-1 á Wolfsburg. Stóra løtan í dystinum kom, tá týski landsliðsframherjin, Mario Gomez, varð innskiftur. Níggju minuttir seinni hevði hann skotið hattrick.
Tað gingu bara seks minuttir frá tí hann skoraði tað fyrsta, til hann hevði skotið tað triðja. Xherdan Shaqiri, Arjen Robben og Mario Mandzukic skutu hini málini.
Bayern Munchen er longu týskur meistari og skal í næstum dystast við Barcelona um at koma í Champions League finaluna.