Í gjárakvøldið framdi pinkutjóðin, sum liggur millum Sveis og Eysturríki, Liktinstein eitt bragd við einum 0-0 javnleiki á útivølli í Litava.
Tað var í sær sjálvum sermerkt, men tað mest sermerkta var, at 36 ára gamla hetjan hjá Liktinstein, Mario Frick spældi sín landsdyst nummar 100 fyri Liktinstein.
Mario Frick er føddur í Chur í Sveis 7. september í 1974, og fer hann um tey 37 árini í komandi viku. Árini 2000-2009 spældi Mario Frick í italia, har hann royndi seg bæði hjá Arezzo, Verona, Ternana og Siena. Hesi árini skeyt Mario Frick 74 mál í italsku liguni.
Fyri Liktinstein hevur Mario Frick skotið 16 mál. Eitt av hesum 16 málunum skeyt hann ímóti Føroyum, tá Føroyar og Liktinstein hittust í einum vinardysti á Tórsvølli 21. august í 2002. Mario Frick legði Liktinstein á odda í einum dysti, sum føroyska liðið vann 3-1. Hevði Mario Frick ikki verið í orðadrátti við landsliðsvenjaran, Ralf Loose fyrst í hesari øldini, so hevði hann fyri langari tíð síðani rundað 100 dystir.
Nú slítur Mario Frick skógvarnar fyri FC Balzers, sum er eitt liktinsteinskt lið, sum roynir seg í næstbestu sveisisku fótbóltsdeildini.