Tjaldur byrjaði dystin við Alinu Olaru og Adinu Petrea á vøllinum.
Bæði Adela Burcea og Marinella Petrea vóru á beinkinum, og tí stóð opið, hvør av teimum báðum útlendsku spælarunum skuldi sita yvir.
Loyvt er nevnliga bert at nýta tríggjar útlendskar spælarar í dysti, men eftir 10 minuttum kom Adela Burcea í málið, og so er greitt, at Marinella Petrea ikki verður á vøllinum í dag.