Marine Le Pen viðgongur valósigurin á dagsins forsetavali, sigur hon í røðu, eftir at kanning vísa sigur til Emmanuel Macron.
Nú fer Le Pen í staðin at brúka alla orku til komandi tjóðartingsval, sum verður 12. juni, sigur hon í røðu til floksfelagar í Tjóðskaparligar Sameining.
Tað lutvíst góða úrslitið á forsetavalinum gevur flokkinum gott støði at arbeiða víðari, sigur Le Pen.
–Flokkurin okkara er klárur, og vit fara at vinna nógvar sessir í tjóðartinginum.
– Eg fari ongantíð at svíkja franska fólki, leggur Le Pen dent á, áðrenn hon og stuðlar hennara sungu franska tjóðsangin, »Marseillaisen«.
/ritzau/