Marine Harvest stóra bót

ES-nevndin hevur givið Marine Harvest brot fyri at hava keypt ein kappingarneyta uttan neyðuga góðkenning.

ES-nevndin hevur álagt norska alifelagnum at rinda 20 milliónir evrur í bót, tí at felagið keypti kappingarneytan Morpol ASA uttan at bíða eftir góðkenning frá nevndini.

 

ES-nevndin sigur, at alifelagið átti at havt vitað, at tað skuldi bíða eftir góðkenning frá nevndini, áðrenn handilin bleiv framdur.

 

Í desember í 2012 keypti Marine Harvest 48,5 prosent av partabrøvunum í Morpol ASA, og sambært ES-nevndini bar handilin í sær, at Marine Harvest í veruleikanum fekk fult ræði á kappingarneytanum. 

 

Í september í fjør góðkendi ES-nevndin handilin, eftir at nevndin var komin til ta niðurstøðu, at hann var ikki kappingaravlagandi. Hinvegin fær Marine Harvest nú bót fyri ikki at hava kunnað nevndina um handilin frammanundan.