Marine Harvest høvuðsstuðul hjá B71

Í gjár varð avtalan millum B71 og Marine Harvest undirskrivað formelt.

Alifelagið Marine Harvest Føroyar er høvuðsstuðul hjá B71 í ár, og í gjár varð avtalan millum partarnar formelt undirskrivað í ítróttarhøllini í Dalinum. Tað vóru Oddmar Selfoss, formaður í B71 og stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, sum undirskrivaðu avtaluna.

 

Oddmar Selfoss sigur, at avtalan hevur stóran týdning fyri B71, og hann fegnast um, at alifelagið, sum nú eisini hevur virksemi í Sandoynni, er hugað at stuðla ítróttini og soleiðis eisini mentanini í økinum.

 

- Byggifelagið Articon og Eik eru framvegis stuðlar hjá felagnum, men nú er tað so Marine Harvest Føroyar, sum er høvuðsstuðul, og avtalan er fyribils galdandi í eitt ár. 

 

Formaðurin fegnast annars um gongdina hjá 1. deildarliðnum hjá B71 í ár, sum flutti upp úr 2. deild við kappingarlok í fjør. Allir dystir hava ikki eydnast líka væl, men sum heild hevur gongdin verið á góðari leið.

 

- Í seinasta dystinum á Toftum, har okkara lið tapti 1-6, gekk av skriðuni, men í dystinum, sum vit nú leiktu á heimavølli móti 07 Vestur, gekk rímiliga væl, tá havt verður í huga, at 07 Vestur í løtuni liggur til uppflyting. Dysturin endaði við javnleiki, 0-0.

 

Oddmar Selfoss sigur, at nú avtalan millum B71 og Marine Harvest Føroyar formelt er undirskrivað, eru partarnir samdir um ikki av siga nakað um støddina av sponsoravtaluni, men formaðurin í B71 dylur ikki fyri, at hann og felag hansara eru væl nøgd.

 

In.fo kann leggja aftrat, at alifelagið Marine Harvest Føroyar vanliga stuðlar ítrótti og mentan í økjum, har felagið hevur sítt virksemi, og nú alifelagið ætlar sær í holt við aling á Sandsvág og er vorðið partur av Sandoy Seafood, dryppar eisini av til ítrótt og mentan í Sandoynni.