- Úrslitið hjá Marine Harvest Føroyar fer í ár at liggja um 60 miljónir krónur í avlopi ? fyri skatt, sigur stjórin í felagnum, Ragnar Joensen. Alifelagið Marine Harvest í Føroyum, sum er partur av einum stórum samtaki, hevur havt eitt sera gott ár í ár.
Framleiðslan hjá føroyska partinum er umleið 6.000 tons av laksi, og avlopið fyri hvørt kilo liggur í ár um 10 krónur. Hetta fer at geva føroyska partinum eitt avlop fyri skatt upp á umleið 60 miljónir krónur, sum er eitt sera gott úrslit.
Ragnar Joensen er stjóri í Marine Harvest í Føroyum, sum hevur aling í Sundalagnum og á Oyndarfirði og smoltstøð á Hellunum.
Hann sigur, at ein orsøk til, at úrslitið í ár ikki verður enn betri er, at felagið hevði ongan stóran laks at selja yvir á amerikanska marknaðin í fyrra helmingi av hesum árinum.
- Amerikanski marknaðurin hevur verið góður til stóran laks, men vit hava eisini fingið góðan prís fyri tann minna laksin á eitt nú evropeiska marknaðinum.
Hann sigur, at tá ein marknaður gerst so góður, sum hin amerikanski hevur verið, dregur tað vanliga eisini prísirnar upp á øðrum marknaðum.
Marine Harvest í Føroyum hevur út við 30 fólk í føstum starvi, men tá talið av fólki á lønarlistanum er størst, nærkast tey 40-50 fólkum.
Ragnar Joensen vísir á, at tey 6.000 tonsini, sum føroyski parturin av felagnum kemur at framleiða og selja í ár, er lítil í mun til framleiðsluna hjá øllum samtakinum.
- Tilsamans hevur samtakið framleitt 340.000 tons av laksi í ár, harav umleið 200.000 tons eru framleidd í Noregi. Næst størstu framleiðaralondini í samtakinum eru í løtuni Kanada og Skotland, sigur stjórin.