Marina í Skálafirði

Á býráðsfundi seinast í juni samtykti Runavíkar Býráð at játta 400.000 krónur til liðugtgerð av bátahylinum í Skálafirði, sum ætlandi skal nýtast sum »marina« Byrjað varð at gera bátahyl í Skálafirði longu fyrst í 90-árunum, men so kom kreppan, og hylurin varð ongantíð gjørdur heilt liðugur. Brúktar vórðu einar 3,5 milliónir tá, og hesar hava ikki gjørt nyttu higartil sum uppiborið. Men nú skal so vend koma í

Arbeiðið at gera bátahylin lidnan byrjaði í fjør heyst, og nú flestu av kommununum við Skálafjørðin eru savnaðar í Runavíkar Kommunu, hava tað verið skálamenn, sum hava arbeitt við bátahylin, tá veður og umstøður annars hava loyvt tí.

Í fjør vórðu játtaðar 300.000 krónur til hylin, og væl sæst eftir. Einir 130 metrar av atløgusíðu umframt ein fimm metur breiður dráttur verða klárt taka í nýtslu í heyst, og verður alt økið planerað og astfalterað.

Ætlanin er so, at alt arbeiðið skal verða liðugt til næsta summar. Tað umfatar bátabrúgvar við plássi til umleið 30 bátar og eitt øki á landi uppá 4.000 fermetrar. Marinain skal hava allar hentleikar so sum ljós, vatn og elveiting til gjaldskort, og møguliga verður upptøkutól sett upp á økinum seinni, so bátarnir kunnu síggjast á alnótini.

Stuttleikabátar

Runavíkar Kommuna hevur fýra aðrar bátahylar við Skálafjørðin, men hesir eru allir fult upptiknir, og hartil standa fleiri bátaeigarar á bíðilista at fáa bátaplass.

- Gongdin seinastu árini hevur verið, at bátarnir gerast størri og størri, samstundis sum alt fleiri stuttleikabátar koma til landið. Úrslitiði hevur verið, at menn, sum reka útróður, ikki hava havt nøktandi umstøður, og í fleiri førum hava verið noyddir at ligið í øðrum kommunum og aðrastaðni, enn í hylunum úti á fjørðinum, sigur Klæmint Østerø, formaður í Havnanevndini hjá Runavíkar Kommunu.

Tí er eisini ætlanin, at tá bátahylurin á Skálafirði er liðugur komandi summar, at stuttleikabátar skulu liggja har, og harvið geva pláss fyri útróðrarbátunum í hylunum longri úti á fjørðínum.