Marin Eidesgaard verður í summar ein av vertunum í sendingunum hjá Rás2.
Hesa vikuna hevur Marin havt morgunsendingar, og um vikuskiftið verður hon eisini við at gera sendingar frá G! Festivalinum.
Marin hevur í ár verið annar av vertunum í sendingini Ó-beinleiðis, og áður hevur hon eisini gjørt útvarpssendingar í Kringvarpinum.
- Mær dámar sera væl at gera útvarpssendingar, og eg gleði meg til eitt spennandi og hendingarríkt summar á Rás2, sigur Marin Eidesgaard.










