Marin Katrina Frýdal sleppur ikki aftur í nevndina í SEV. Tað er greitt, nú hon varð koyrd úr samgonguni í Tórshavnar Býráði, við teirri avleiðing, at hini bæði umboðini hjá Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð, Jógvan Arge og Jákup Dam, eisini tóku seg úr samgonguni. Sostatt er Tjóðveldi nú farið í andstøðu í Tórshavnar Býráð.
Eftir kommunuvalið tóku allir flokkarnir í Tórshavnar býráð seg annars saman í eitt samstarv. Og har var avtalan, at Bogi Andreasen úr Fólkaflokkinum skuldi verða nevndarlimur í SEV í 2013 og í ár, men at so skuldi Marin Katrina Frýdal taka yvir í nevndini í SEV tey bæði seinnu árini í valskeiðnum, altso í 2015 og 2016.
Men Bogi Andreasen, sum er næstformaður í SEV, sigur við in.fo, at nú verður hetta av ongum. Hann sigur, at samgongan, sum er eftir í Tórshavnar Býráð, hevur ikki tosað um spurningin, men í hansara verð er eingin ivi um, at tað skal vera ein býráðslimur úr samgonguni, sum verður nevndarlimur í SEV.
Nú Tjóðveldið er farið úr samgonguni, væntar Bogi Andreasen eisini, at Fólkaflokkurin varðveitir nevndarsessin í SEV, og at hann sjálvur verður sitandi í sessinum alt valskeiðið, so at eingin útskifting verður.
- SEV er í einum broytingartíð, har stórar útbyggingar standa fyri framman og tað kann vera torført hjá einum nýggjum nevndarlimi at seta seg inn í tað arbeiði, sigur Bogi Andreasen.
|