Tað er heilt týðiligt, at orðaleikurin ímillum meirilutan í Tórshavnar Býráð, og Tjóðveldi, sum er einasti flokkur í minniluta, er harðnaðu seinastu tíðina. Síðsta summar fór Tjóðveldið úr samgonguni í Tórshavnar Býráð, og síðani tá er orðadrátturin ímillum meirilutan og minnilutan harðnaður.
Á býráðsfundum hava býráðslimir ávísa talitíð, men borgarstjórin, sum stjórnar býráðsfundunum, plagar ikki at taka tað so tungt, hendir tað seg, at býráðslimir eru farnir út um tíðina – og tað fara teir ofta.
Men á býráðsfundinum hóskvøldið, slapp Marin katrina Frýdal, ikki at fara út um talitíðina í einum máli, tí borgarstjórin breyt hana av, púra avgjørdur, bað hana halda seg til talitíðina og takkaði fyri. Og tað hjálpti einki, at hon bað um eitt sindur av eyka tíð, tí tað fekk hon ikki.
Men uppaftur verri fyri hana varð tað, at í tveimum málum fekk hon ikki orðið yvirhøvur. Marin Katrina Frýdal hevði biðið um at fáa tvey mál til viðgerar á býráðsfundinum hóskvøldið. Annað var um at útbyggja Hoyvíkshøllina og hitt var um royndarverkætlanina, Tilbúgving Í Tøkum Tíma, stytt TÍTT.
Men í báðum førum gjørdi Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, skjótt av, áðrenn nakar fekk orðið, og bað um at fáa málið aftur í nevndina, tí hon sigur, at viðgerðin í nevndini var ikki liðug. Og borgarstjórin gjørdi líka skjótt av og staðfesti, at tá ið biðið varð um at fáa málið aftur í nevnd, skuldi viðgerðin enda.
Hetta vakti stóra misnøgd í Tjóðveldi og elvdi til eitt sindur av orðadrátti. Býráðslimir hjá Tjóðveldi førdu fram, at tá ið ein býráðslimur biðjur um at fáa eitt mál fyri í býráðnum eigur viðkomandi býráðslimur fáa høvi at greiða býráðnum frá, hví biðið er um at fáa tað fyri býráðið. Men Heðin Mortensen staðfesti, at hetta er heilt eftir bókini, tí soleiðis er kommunuskipanin. - Hetta er sjusk av grovasta slag og reint diktatur, staðfesti Jógvan Arge.
|