Marin Dimon: - Alt riggaði

Eftir dystin fingu vit orðið á 16 ára gomlu Marin Dimon, sum spælir við besta liðnum hjá TB. Hon var sjálvandi væl nøgd eftir at hava vunnið stórt á Írlandi.
- Eg eri ordiliga væl nøgd og eg haldi, at vit spældu ordiliga væl. Vit vóru bara glaðar og fingu tað at ganga væl. Servurnar koyrdu væl og alt riggaði, sum tað skuldi, segði ein sera fegin Marin Dimon eftir dystin, sum tó ikki vil taka nakað frá írsku gentunum.
- Vit høvdu tað ikki lætt. Tær kempaðu væl og fingu nógvar bóltar yvir um, men vit vístu, at vit bara vóru betra liðið, sigur hon.
Í morgin bíðar eitt sterkt mótstøðulið í Liktinstein, men hon hevur góðar vónir og væntar ein javnan dyst.
- Vit ætla at taka Liktinstein eisini. Tær vunnu gaman í 3-0 á Luksemburg, men vit vunnu jú eisini 3-0, so eg vænti ein javnan dyst, sigur at Marin Dimon at enda.