Ein av heimsins kendastu og best dámdu myndum, tann av Marilyn Monroe í hvíta, flákrandi kjólanum, kostaði henni dýrt. Hon varð nevniliga bankað av táverandi manninum Joe DiMaggio, tí hann gjørdist frá sær sjálvum av øvundsjúku.
Tað er eitt av loyndarmálunum um Monroe, sum verður avdúkað í nýggjari bók, sum kemur á hillarnar 18. august. Høvundurin J. Randy Taraborelli, ið hevur skrivað bókina The Secret Life of Marilyn Monroe, leggur ikki fingrarnar ímillum, men dregur óteljandi slík loyndarmál um pin-up ikonið fram í ljósið.
Myndin er tikin úr filminum The Seven Year Itch, sum Monroe spældi saman við Tom Ewell. Sambært nýggju bókini var Joe DiMaggio til staðar, meðan upptøkurnar vóru framdar, og hann gjørdist sera øvundsjúkur.
Á hotellkamarinum, har tey búðu, sló hann hana og fýrdi hana runt í rúminum. Gangurin var so nógvur, at fleiri av hinum gestunum boðaðu hotellleiðsluni frá, tí tey óttaðust, at onkur fór at koma álvarsliga til skaða.
Dagin eftir sá Gladys Witten, sum var frisør til upptøkurnar, bláu merkini, men, sambært nýggju bókini skal hon seinni hava greitt frá, at hon fjaldi tey við smyrsli.










