Sjónleikarakvinnan, Evan Rachel Wood, ið hevur verið at sæð sum vampyr í sjónvarpsrøðini, True Blood, skal nú gifast við heavy-metal sangaranum, Marilyn Manson. Manson fríggjaði til sjónleikarakvinnuna á pallinum, tá hann framførdi í París mánakvøldið. Ikki hevur borið til at fingið viðmerkingar frá teimum báðum persónliga.
Tað eru 19 ár ímillum serliga parið, Wood og Manson. Hon er 22, og hann er 41 ár. Tey bæði hava havt eitt rættiliga turbulent forhold, men Manson sigur, at hann er fullkomiliga bundin at henni.
Kelda: www.people.com